Kappingin í ymisku bólkunum var sera hørð, so tað eru nakrir væl nøgdir rógvarar, sum um eina løtu venda nøsina heimaftur. Sigast kann, at í kappingini hjá t.d. Rannvu luttók ein dama úr Ukraina, sum vit mettu vera uml. 2 metrar høg. Hon var stór og sterk og róði eisini hareftir. Hon vann kappingina hjá bólkinum “Open Women” við tíðini 6.31. Sera flott av henni.
Beint nú verður tað síðsta pakkað og onkur breyðflís skal niðurum, áðrenn vit fara avstað. Jógvan Sofus kemur ikki við heim. Hann fer heldur ein túr til Mexico at vitja ein vinmann nakrar dagar. Ikki tað sama.
Kelda: Róðrarsamband Føroya