Tað merkisverda er, at hann hevur forbetra seg í øllum svimjugreinunum, sum hann hevur luttikið í á JM/MU 2017.
Higartil hevur hann vunnið 5 Føroyameistaraheitir, tey eru hesi:
200 metur frí, við tíðini 2:32.79, hevði áðrenn 2:39.70. 100 metur bringa, við tíðini 1:34.56, hevði áðrenn 1:35.52. 100 metur rygg við tíðini 1:24.45, hevði áðrenn 1:28.42. 50 metur firvald 0:38.46, hevði áðrenn 0:38.80 og 200 metur blandað við tíðini 2:55.30, hevði áðrenn 3:13.39. Her forbetraði hann seg heili 18 sekund.
Fantastiska flott svomu Marius Steinholm, heldur tú áfram við hesum, so gerst tú ein av teimum heilt stóru svimjarnum í Føroyum, stórt tillukku.
SáH