Vit harmast sjálvsagt um, at viðhaldsfólk og onnur ikki kunnu uppliva dystin í Djúpumýru, nú endalig góðkenning er komin til heimadystir í samband við Champions League luttøku. Hóast vit ikki kunnu møtast í Djúpumýru, so verður møguligt hjá øllum at síggja dystin ókeypis umvegis eina Youtube leinkju, ið verður tøk seinni, sigur Rói Clementsen, samskiftisfólk hjá KÍ.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at so skjótt tað var avgjørt, at KÍ fekk heimavøll, so settu vit okkum saman við umboðum í KÍ fyri at finna eina loysn um, hvussu vit á besta hátt kunnu stuðla KÍ-hópinum og samstundis geva øllum fótbóltsáhugaðum møguleika at uppliva dystin. Og í góðum samstarvi við KÍ, aðrar stuðlar og Raclip, sum eisini stóð fyri norðoyastevnusendingini, hava vit gjørt tað møguligt at vísa dystin.
- Umframt at vísa dystin so verður eisini ein fótbóltssending,har samrøður, innsløg og upptakt til dystin verður víst ein heilan tíma áðrenn dystarbyrjan, soleiðis at øll kunnu koma í gott fótbóltslag.
Bláa Bylgja hevur eisini framleitt fløgg, sum øll áhugaði kunnu heinta seinnapart í morgin hjá teimum ymisku matvøruhandlunum í býnum. Talan er um fløgg, sum skulu litast, klippast og límast á ein flaggpinn. Vón okkara er, at nógv børn og barnsligar sálir fara at taka myndir meðan tey gera klárt, og vilja vit fegin fáa tær sendar umvegisfacebooksíðuna hjá kommununi, sigur Jógvan Skorheim.
Rói Clementsen, samskiftisfólk í KÍ, fegnast um, at dysturin kann verða vístur fyri øllum fotbóltsáhugaðum.
- Sjálvt um leikararnir ikki koma at merkja trúføstu áskoðarfjøldini í Djúpumýru, so hevur tað ómetaliga nógv at siga, at leikararnir áðrenn dystin merkja ein góðan stemning millum fólk, og tað eri eg sannførdur um, at ein slík upptakt kann gera. Eg vóni eisini, at fólk fara at fyrireika seg við fløggum og bláum búnum, júst sum tað hevði verðið gjørt, um farið var til dyst, sigur Rói Clementsen.
- Arbeiðið við at fáa endaliga góðkenning til heimadystir í Champions League hevur verið drúgt. Tí hevði tað verið ómetaliga stuttligt, um vit kundu savnast í Djúpumýru. Men eg vóni, at børn, ung og gomul fara at savnast í fjarstøðu og í minni bólkum, soleiðis at dysturin kortini kann upplivast, sigur Jógvan Skorheim, sum tó sær fyri sær, at fótbóltshugnin kemur inn í stovurnar kring um í kommununi.
Fótbóltssendingin, við samrøðum og fótbóltsprátið, byrjar kl. 18.00 og sæst dysturin á Youtube leinkju, ið verður kunngjørd seinni, og dysturin millum KÍ og Slovan Bratislava byrjar kl. 19.00.
Klaksvíkar Ítróttarfelag