
Eftir at hava hugt ígjøgnum danska metlistan í paralympiskari svimjing á stuttgeil, kann nevnast at í 50 bringu, 50 firvald, og 100 frísvimjing, svam hon skjótari enn donsku metini í S 10, sum er sterkasti bólkurin innan paralympiska svimjing.
Krista er nú ímillum bestu paralympisku svimjarar í norðanlondum, og verður tað spennandi at fylgja henni til tær stórkappingar sum liggja fyri framman úti í heimi, eitt nú EM á Madeira og OL í Rio 2016.
Vit í Ægir eru stolt av tær. Stórt tillukku við góðu úrslitinum.