Svimjifelagið Ægir hevur sett sær stór mál fyri framman og eitt tað størsta, er at fáa onkrar svimjarar við til Olympisku leikirnar í Tokio um 1000 dagar og er Ægir í holt við at skaffa sær stuðlar til hetta endamálið.
Ægir er als ikki sterkt fíggjarliga og tað krevur nógvar pengar at reka felagið, so tað hevði verið sera gott, at einstakligar og fyritøkur geva eina hjálpandi hond við at stuðla fíggjarliga, so dreymurin gerst veruleiki.
Tann svimjarnir, sum liggur best fyri í løtuni, er Signhild Joensen, sum eisini er besti svimjarin í Føroyum dags dato, men onnur hava eisini møguleikan.
Væntandi verður tað omanfyri 3 mia. fólk sum fara at hyggja eftir Olympisku leikinum í Tokio og megnar Ægir at fáa svimjara við til Tokio, so kann tykkara fyritøka gerast heimskend við at stuðla Ægir.
Vit venja sera hart og tað krevst nógv fyri at náa málinum, men málið er sett, so er at vóna tað besta.
Higartil hevur bert Pál Joensen klára kravtíðirnar til Olympisku leikirnar og eg haldi, at tað er bara Pál Joensen, sum hevur umboða Føroyar á Olympisku Leikinum. Hann umboðaði Føroyar í London og í Rio.
Ynskja tit at gerast stuðul hjá Ægir, kontakta forkvinnuna Rannvá Sigfríðsdóttir á telefon 263376.
SáH