
Sera flott klára av Klaksvíkinginum, tí maðurin á lærinum Magnus Michaelsen endaði á landssjúkrahúsinum mikukvøldið, tá ið hann hevði ovtikið seg á Hósvíkarstevnuni og nú bert tríggjar dagar aftaná megna teir at vinna við einum øgiligum endaspurti.
Her síggja tit róðurin á Varmakeldu hjá KVF, klikk her: "10 mannafør menn Varmakelda"
Klaksvíkingurin hevur nú vunnið allar sínar róðrar í ár og hevur fult stigatal.
Støðan er hendan:
Nr. 1 Klaksvíkingur 28 stig
Nr. 2 Ormurin Langi 22 stig
Nr. 3 Drekin Reyðin 22 stig
Nr. 4 Havnabáturin 16 stig
SáH