Klaksvíkingu legði seg skjótt á odda og tá ið teir fóru framum Ormin Langa, so hugdi teir ikki aftur um seg aftur og tá ið teir komu á málið vóru teir næstan eina bátslongd frammanfyri Orm Langa.
Klaksvíkingurin hevði tíðina 04:06.45, nummar tvey Ormurin Langi við tíðini 04:08.21 og nummar trý Havnabáturin við tíðini 04.20.04.
Fantastiska flott klára og nú hevur Magnus Norðberg metið fyri at vera tann persónurin í Føroyum, sum er tann mest vinnandi í 10 mansfarsróðrinum og Hjalmar Hátún tann elsti at vinna eitt Føroyameistaraskap í 10 mansróðrinum.
Stórt tillukku Klaksvíngurin, Magnus Norðberg og Hjalmar Hátún.
SáH