
Eitt serstakt kappróðrarár er komið at enda. Klaksvíkar Róðrarfelag hevur luttikið við 8 bátsmanningum, og nú vit gera kappróðrarárið upp, eru úrslitini hjá okkara ungu rógvarum serstakliga góð.
Tað er hugaligt at síggja ung fólk (elsti rógvarin í felagnum er 21 ár) leggja so nógva tíð og orku í okkara tjóðarítrótt - í kappróðurin. Við rættari venjing og við góðum samanhaldi, ber til at røkka heilt góðum úrslitum.
Magnus Norðberg eigur stóra tøkk fyri dygdargóðar venjingar til okkara manningar. Eisini takka vit teimum mongu, sum trúliga standa rundanum okkara manningar. Hesi gera sanniliga sítt til, at trivnaðurin í felagnum er góður.
Eitthvørt ítróttarfelag kennir til aldukambar og aldudalar. Í løtuni er KRF á einum aldukambi - eingin ivi um tað. Á hvørjari einasti stevnu í summar varð minst ein bátur úr Klaksvíkar Róðrarfelag lyftur upp um høvd av viðhaldsfólkum og rógvarum. Heilt fantastiskt♥️ Latum okkum gera okkara til, at verða á aldukambinum í eina tíð afturat.
Ein risastór tøkk til okkara dyggu stuðlar - Norðoya Sparikassa, KSS, Norðhús, Norðoya Litbúð, Kanjon, JFK, Christian í Grótinum, Føroya Keypssamtøku, Motussport og Kirvi. Eisini ein hjartans tøkk til fólk og fyritøkur, sum hjálptu okkum at avgreiða Norðoyastevnuróðurin.
Tøkk til Klaksvíkar Kommunu fyri heiðran á KRF-veitsluni, sum varð hildin við manér seinasta fríggjakvøld?
FM-úrslitini hjá KRF gjørdust hesi:
8 mf:
• NEVIÐ REYÐA, nr. 1
5 mf dreingir:
• FÍPAN FAGRA, nr. 2
• SÆVARMOY, nr. 3
• TEKLA, nr. 8
5 mf gentur:
• FÍPAN FAGRA, nr. 3
Barnaróður dreingir:
• SÆVARMOY, nr. 4
Barnaróður gentur:
• FÍPAN FAGRA, nr. 2
• SÆVARMOY, nr. 3
Og júst sum vit skriva hetta innlegg, fáa vit at vita, at Klaksvíkar Róðrarfelag er kosið til ÁRSINS FELAG á gallaveitslu í kvøld. Harafturat fingu vit ÁRSINS ÁRALAG, ÁRSINS START OG ÁRSINS ENDASPURT. Til lukku til okkum øll í KRF♥️
Vit síggjast til kappróðrarárið 2021.
Klaksvíkar Róðrarfelag