Tveir dystir skuldi leikast, tann fyrri var ímillum KDF og Pílar og Skot frá Fuglafirði og eftir eina flúgvandi byrjar, har KDF legði seg á odda 5-1, tóktist hetta fór at vera ein lættur sigur, men Pílar og Skot gav KDF stóra mótstøðu og bleiv tað sera spennandi, tá ið støðan gjørdist 8-7 og Fuglafirðingar
høvdu gylta møguleika at javnað, men teir misbrúktið møguleikan og Kristian Joensen fekk umsíður lukka dystin og sostatt vann KDF 9-7 á Pílar og Skot.
Seinna dystin vann Klaksvíkar Dartfelag 9-2 á Argja Dartfelag, sostatt kann staðfestast, at KDF hevur fingið eina sera góða byrjan uppá kappingarárið í Dart.
SáH