Sera nógvir áskoðarar vóru til dystin í gjárskvøldið og stóð nógv uppá spæl hjá báðum liðunum, tí vinnandi liðið kundi leggja seg avgerandi á odda í stríðnum um FM heiti og við einum perlumálið frá Rannvu Andreasen í 62. min., har hon tippaði bóltin uppum ein verjuleikara hjá EBS/Skála og so heilflutaði hon bóltin við handaru stong, eitt sera vakurt mál og legði hon við hasum málinum KÍ framum 2-0.
Í fyrra hálvleiki hevði Malena Josephsen lagt KÍ á odda 1-0 og í 86 min. minkaði Margunn Lindholm um munin við einum brotssparki, so endaliga úrslitið gjørdist 2-1 til KÍ.
Dysturin var javnur, har EBS/Skála hevði tað mesta spæli og KÍ hevði lagt seg aftur at verja og so lúrdi KÍ eftir kontra
og tað var nær við at tað eydnaðist Sofíu Purkhús Splidt at slíta seg leysan, men avleveringarnar vóru sum ofast óneyðar, so Sofía hevði tað sera torført í álopinum.
Spenningur kom í dystin aftur, tá ið EBS/Skála minkaði um munin í 86 min., men KÍ helt stand og vunnu uppiborið 2-1. Sera týdningarmikil sigur og stórt tillukku til okkara kvinnur.
KÍ er nú trý stig frammanfyri EBS/Skála við 39 stigum, EBS/Skála hevur 36 stig, men KÍ hevur munandi betur málmun, +61 og EBS/Skála hevur +41.
SáH