
Kí legði seg á odda miðskeiðis í hálvleikinum, eftir at tað bleiv dømt brotsspark til KÍ. Tórur Justesen skeyt brotssparkið, men bjargaði málmaðurin hjá EB/Streymi, hann kláraði tó ikki at halda bóltinum og so var Tórur skjótir eftir returinum og smekkaði bóltin í tóma málið.
Álvur Christiansen hevði ein gyltan møguleika at leggja KÍ framum 2-0, tá ið hann bleiv sendir avstað, einsamallir við málmanninum, tá átti hann at avgjørt
dystin, men málmaðurin hjá EB/Streymi bjargaði skotinum.
Nakað fyri dystarenda gjørdi Álvur tað gott aftur, hann legði ein góðan bólt innfyri og har gjørdist Josup Henriksen hægstir og skallaði bóltin í málið til endliga úrslitið 2-0 til KÍ.
KÍ er nú trý stig frammanfyri HB og EB/Streym, men enn eru heili 6 umfør eftir, so her er einki avgjørt enn.
SáH