KÍ spældi sera væl í fyrra hálvleiki og tann sum skaraði framum allar hinar leikarnar á KÍ liðnum var Árni Frederiksberg, hann skorðari 2 mál og legði upp til hini bæði málini.
Í seinna hálvleiki fór leikferðin niður og roynt bleiv við ymiskum taktikkum og var tað NSÍ sum royndi fleiri nýggjar uppsetingar og tað førdi við sær, at NSÍ fekk tvey mál og tóktiskt KÍ at vera nøgdir við tey fýra teir høvdu skorað og tískil endaði dysturin við 4-2 til KÍ og teir hava spælt seg í finaluna og hon verður sunnudagin kl. 15:30 ímóti Víkingi.
Málskorðarnir vóru hesir:
1-0 Árni Frederiksberg
2-0 René S. Joensen
3-0 Árni Frederiksberg brotsspark
4-0 Jonn Johannesen
4-1 Klæmint A. Olsen
4-2 Klæmint A. Olsen
SáH