KÍ kundi fingið fleiri mál í fyrra hálvleiki, men álopsspælarnir høvdu ikki stilla kanónina nóg væl inn.
Í seinna hálvleiki fekk TB tvey reyð kort, men tað løgna hendi, at TB bleiv spælstýrandi og KÍarnir tóktist dovnir og trekti seg heilt aftur. Hetta gjørdi at tað var ofta vandamiklar støður frammanfyri málið hjá Meinhardi.
Og so hendi tað sum ikki skuldi henda. TB fekk javnað, við einum tí løgnasta málið eg havi sæð. Ein púra óskyldig afturleggin til Meinhard endaði í málinum, afturleggingin hevði einki uppá seg og á ein ella annan hátt, sprakk bólturin uppum beini hjá Meinhard og trillaði spakuliga í málið til endaliga støðuna 1-1.
KÍ hevði sær sjálvum at takka fyri, at teir bert fingu eitt stig og er tað ikki gott nokk, at bert fáa javnleik, tá ið mótstøðuliðið bert leikti við 9 monnum.
Næsta vikuskiftið møtir KÍ FC Suðuroy í Klaksvík og FC Suðuroy tapit heilið 6-1 á NSÍ, so kravið til KÍ er ein sigur, alt annað kann ikki góðtakast. Koyrá KÍ.
Her nógvar myndir frá dystinum við Stórá.
SáH