Dysturin var ikki ein av teimum best leikti. KÍ kom á odda við einum vøkrum málið frá Evy á Lakjuni, har Rannvá Andreasen legði bóltin inn frá vinstru. HB javnaði beint fyri hálvleik, so hálvleiksstøðan gjørdist 1-1.
Í seinna hálvleikið eydnaðist tað Hervør Olsen at leggja KÍ framum 2-1 og í 71 min. økti Liljan Jacobsen til 3-1, eftir uppspæl frá Rannvu Andreasen mitt fyri.
Nú tonki øll, at nú var sigurin í hús, men løtu seinni minkaði Milja Simonsen frá HB um munin til 2-3 og teir síðstu minuttirnar stóð nógv á KÍ, men tær hildu tørn og kunnu nú kallað seg Steypavinnarar 2016.
Rannvá Andreasen gjørdist dagsins leikari.
Stórt tillukku frá okkum á Norðoya Portalinum.
SáH