
Teir vunnu 1-0 á FK Sutjeska á Djúpumýru og var tað málkongurin Páll Klettskarð sum avgjørdi dystin í 65. min., har hann stútaði bóltin í málið hjá FK Sutjeska eftir sera góðum innleggi frá Árna Frederiksberg, sum aftur var at síggjá á KÍ liðnum eftir at hann var vrakaður til báðar dystirnar ímóti Bodø Glimt.
Seinastu minuttirnar leikaði hart á málið hjá KÍ, men KÍ vardi væl og dómarin sum hevði lagt 5. min. í eykatíð floytaði dystin av í 95. min. og KÍ vann uppiborið og hevur spælt seg í 3. umfar.
Fantastiska flott klára og stórt tillukku.
SáH