Í løtuni liggur KÍ, sum nummar 3 og NSÍ liggur nummar 2. Beint í hølini av KÍ - liggur B36 sum nummar 4. So til allerseinasta dyst - er enn spenningur í hásæti, sjálvt um HB longu eru Føroyameistarar.
Spurningurin er nevniliga hvør fer at enda, sum nummar tvey og trý. Tað verður spent upp til nakrar spennandi dystir komandi sunnudag og sikkurt vera tey nógv, sum stuðla fara KÍ - nú hetta kappingarárið skjótt sigur farvæl.
KÍ skal spæla ímóti NSÍ og B36 skal spæla ímóti Skála. Skála hevur kanska ikki so nógv at spæla - uttan æruna at vinna ímóti B36, men brand-dysturin hesaferð er heilt sikkurt dysturin ímillum KÍ og NSÍ.
Koyr á KÍ, siga vit á Norðoya Portali.
JáH (y) 25.10.2018