Ein helt fyri á Djúpumýri sunnudagin, at skulu hini liðini í Føroyum hava nakran møguleika at sláa KÍ kvinnurnar, so mugi øll hini leggja saman, men kappingin í ár hevur verið meira spennandi enn hinu árini og steypafinalan gjørdist heilt spennandi, men KÍ vann eisini steypafinaluna og tískil greipuvinnarar.
Hyggja vit eftir málmuninum, so er munurin ræðuliga stórir, KÍ kvinnurnar hava ein málmun upp +91 og EBS/Skála ein málmun uppá +40.
Málini sunnudagin skoraðu, Rannvá 3, Maria 2 og Ása 1. Norðoyar Portalurin ynskir KÍ hjartaliga tillukku við greipuni.
SáH