KÍ legði seg á odda í 11. min., tá ið ein long sending bleiv send til Jóannes Kalsø Danielsen og hesin lobbaði bóltin uppum málverjan hjá HB og 1-0 til KÍ.
Í 19. min. javnaði HB, tá ið KÍ verjan ikki fekk bóltin burtur og har gjørdist Hilmar púra leysur og javnaði til 1-1.
Í 25. økti Jóannes Bjartalíð til 2-1, har hann skallaði bóltin hegnsliga í málið. Hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki leikaði javnt á, men við KÍ sum meira vandamiklari og í 89. min. eydnaðist tað enn einaferð Jóannes Bjartalíð at fáa bóltin í málið hjá HB, tá ið hann snýtti HB verjuleikara og legði bóltin í málið við handaru stong.
Nú tóktist sigurin at vera í hús, men bert 1. min. aftaná hevði HB javnað við einum brotssparkið, sum Tróndur settið í málið.
Størsti dramatikkurin var í álopinum aftaná, Eivind Sørensen blívur sendir avstað, ein verjuleikari hjá HB royndi at steðga honum, men misti fótafetið og Eivind kundi ótarnaður seta kós ímóti HB málinum og svikaleyst setti bóltin í málið til 4-2 og KÍ bleiv verandi í deildini og arvafíggindin HB bleiv sent niður í 2. deild.
HB spælarnir vóru í øðini inn á dómaran Kári á Høvdanum Mikkelsen, men verður hugt eftir sjónbandinum, so sæst, at HB-arin royndi at blokera Eivind, men tað eydnaðist ikki honum og hann misti fótafetið, so hatta var ikki fríspark og rætt dømt av dómarnum.
Stórt tillukku til KÍ frá okkum á Norðoya Portalinum. Niðanfyri nakrar myndir frá dystinum.
SáH