Tær fýra sum svumu nú vóru Signhild Joensen og Ásbjørg Hjelm úr Ægir, Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag og Barbara Debes úr FLOT.
Tær fýra sum áttu metið vóru Barbara Debes, Turið S. Christiansen, Poula Ø. Mohr og Cecilia W. Eysturdal, frá tá ið tær á NJM 2010 svumu teinin uppá 4:27.59.
Genturnar vóru heldur ikki so langt frá føroyska metinum nú, sum er 4:22.92 frá tá ið Birita Debes, Malan Vitalis Bærendsen, Bjørg Seloy og Shaila millum Garðarnar í 2009 vunnu gull á Oyggjaleikum á Álandi.
Tær fýra megnaðu við hesum at eisini halda bæði Ísland og Estland aftanfyri seg, so at tær endaðu sum nummar fimm í finaluni, aftanfyri Finnland, Danmark, Svøríki og Norra.
Kelda: svimjing.com
SáH