Jaime høvuðsvenjarin hjá Ægir gongur sera høgt uppí, at Ægir er eitt felag, har øll skulu vera vælkomin og hevði hann saman við nevndini avgjørt at hvørt barn skuldi hava eitt diplom fyri teirra svimjing í Ægir, har tey blivu styrkistmett, alt eftir hvussu væl tey dugdi at svimja og tað vóru børnini sera glað fyri.
Øll børnini, helt frá teimum mistu og upp til tey eldru svimjara svomu eina longd, har 1. liðssvimjarnir hjálpi teimum at svimja 25 metrar og aftaná handaði formaðurin teimum eitt diplom og fingu tey eitt ordans klapp frá foreldrunum.
Eftir hetta fingu øll jólapakkar og foreldur, venjara og hjálparfólk fingu kaffi og kakur.
Tað vóru umleið 150 fólk til jólasvimjingina og eydnaðist tiltakið sera væl.
Sjá myndir niðanfyri frá tiltakinum.
SáH