Jóannes Bjartalíð fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum í 2014, og hevur síðani leikt 237 dystir fyri okkum - harav 198 dystir eru leiktir í landskappingini.
Jóannes Bjartalíð hevur skorað 109 mál og lagt upp til eina rúgvu av málum.
Vit eru errin av, at vit hava ment leikarar sum Jóannes, sum hevur síðani hann var heilt ungur, meiri ella minni verið fastur maður á liðnum - serliga við hansara framúr bóltførleika, taktiska snildi og hørðum arbeiðið, hevur ment seg til ein av okkara leiðandi leikarum.
Til og við 2024, eiga vit eisini Jóannes Bjartalíð, og gleða vit okkum til fleiri góðar løtur við 10'arnum á vøllinum!
Koyr á KÍ
KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag