KÍ hevur nógvar góðar stuðlar, sum gera tað møguligt at reka okkara felag. Ein av teimum heilt góðu er JFK við Hanusi Hansen á odda.
Mong munnu kenna Jóruna og Jóruna, sum í mannaminni hava vaskað klæðir í kjallaranum í KÍ-høllini. Tað eru tær báðar, Jórun Biskopstø og Jórun Jacobsen, sum hava vaskað klæðir við vanligum vaski- og turkimaskinum standandi á gólvinum.
Soleiðis verður ikki frameftir, nú Hanus og JFK hava latið KÍ eitt nýmótans vaskarí við tveimum ídnaðar vaskimaskinum og turkitrumlum, ið eru settar upp í góðari arbeiðshædd. Aftrat maskinunum er eisini ein doseringskipan sett upp, sum sjálvvirkin letur reingerðarevni til maskinurnar.
Hetta er eitt stórt framstig fyri at tryggja góðar arbeiðsumstøður til tær báðar í nógv ár frameftir.
Á vaskarínum hjá KÍ vera venjingarklæðir hjá Betri monnum og kvinnum dagliga vaskað - umframt dystarklæðir hjá 1. deild monnum og Betrideildunum. Eisini kemur fyri, at klæðir frá Akademinum koma til vask hjá teimum báðum.
KÍ takkar JFK og Hanusi hjartaliga fyri stórfingnu gávuna.
KÍ Klaksvíkar Ítróttarfelag