Eve Goddard Smith frá Ynys Mon hevði nógv tí besti tíðina í innleiðandi, heili trý sekund betur enn Jana, so tað vóru sera fá, sum høvdu givið Janu nakran møguleika at fáa gull, men bronsan var møguliga at kempa um hjá henni, men Jana vildi tað annaleiðis og tá ið allar kvinnurnar vóru komnar á mál, so vann Jana við tíðini 1:03.19, sum eisini er persónligt met. Nummar
tvey gjørdist Eve Goddard Smith frá Ynys Mon við tíðini 1:03.60 og nummar trý Orla Rabey frá Guernsey. Vár Erlingsdóttir Eidesgjaard gjørdist nummar fýra.
Sera, sera flott klára Jana Bjartalíð Thomsen, tú ert ein ordiligur kempari.
SáH