Jónas Gunnleivsson Isaksen
Jónas Gunnleivsson Isaksen hevur veruliga gjørt um seg í 2023. Hann tók øll á bóli, tá ið hann á Oyggjaleikunum á Guernsey legði alla mótstøðu afturum seg og vann gull í bæði 200 m og 400 m renning. Hann setti oyggjaleikamet á 400 m og ivaleyst eisini á 200 m, har tíðtøkan tó miseydnaðist.
Men Jónas prógvaði tó skjótt, at úrslitið á oyggjaleikum ikki var hepni. Hann sló av sonnum navn sítt fast, tá hann gjørdist Evropameistari fyri U20 við tíðini 45,86 sek – bara 17 ára gamal. Tíðin var skjótari enn danska U20 metið og við henni setti hann eisini nýtt norðurlendskt juniormet.
Jónas Gunnleivsson Isaksen hevur víst, at hann hevur fysikkin, evnini og stríðsviljan at vinna á hægsta stigi.
Fyri síni avbera flottu avrik verður Jónas Gunnleivsson Isaksen tilnevndur til ÍtróttaNAVNIÐ 2023
***
A-landsliðið hjá monnum í hondbólti
Gongdin í føroyskum hondbólti hevur verið sera góð seinastu árini. Kortini var árið 2023 ein marknaðarsteinur, tí A-landsliðið hjá monnum vann sær pláss í EM-endaspælinum í januar 2024. Hetta er fyrstu ferð eitt føroyskt lið hevur rokkið einum endaspæli.
Allir føroysku leikararnir spæla longu – ella eru á veg at spæla – yrkis- ella sáttmálahondbólt. M.a spæla tveir teirra í toppliðum í Bundesliguni í Týsklandi, sum verður mett at vera fremsta hondbóltsdeildin av øllum.
At eitt føroyskt A-landslið skuldi spæla eitt EM endaspæl var bara fyri fáum árum síðani púra óhugsandi. Fyri føroyskan hondbólt kann týdningurin av hesum bragdið ikki lýsast við orðum. Og fyri føroyskan ítrótt sum heild er hetta somuleiðis ein áminning um týdningin av at seta sær høg mál og síggja møguleikar heldur enn forðingar.
Fyri ótrúligu og søguligu avrikini verður A-landsliðið í hondbólti tilnevnt til ÍtróttaNAVNIÐ 2023
***
KÍ – besta liðið hjá monnum
2023 var árið, tá ið allir føroyingar vóru KÍ’arar, tá ið KÍ leikti móti útlendskum liðnum.
Við málrættaðum arbeiði megnaði KÍ - sum fyrsta føroyska lið nakrantíð - at spæla seg í bólkaspælið í Europeiskari kapping - Conference league.
Har teir megnaðu teir at fá stig móti sera sterkum liðum, m.a kenda franska liðnum Lille.
Umframt góðu altjóða úrslitini hevur KÍ verið klárt tað besta liðið í landskappingini hjá monnum – bæði í 2023 og undanfarnu árini.
Fyri teirra framúr góða spæl og úrslit verður besta liðið hjá monnum í KÍ tilnevnt til ÍtróttaNAVNIÐ 2023
ÍSF