Á RIG eru umframt føroyingarnar eisini svimjarir úr 35 feløgum, úr hesum londum : Italia, Danmark, Norra, Íslandi, Føroyum, Grønlandi, Svøríki, Polen, Indien og Sveits. Føroysku svimjararnir umboða svimjifeløgini FS við 9 svimjarum, HS við 9 svimjarum, SuSvim við 12 svimjarum og Ægir við 9 svimjarum. Umframt svimjarar eru eisini venjarar, ferðaleiðarar og fleiri foreldur við í Íslandi. HS og Ægir komu yvir fríggjadagin 19. januar og FS komu mánadagin 22. januar og hava tey nýtt høvið at fara á venjingarlegu áðrenn kappingina. Tey búgva eisini øll á sama hotellið (Dalur Hostel) og hugna tey sær saman í fríløtunum millum venjingarnar.
Hesi ungu kennast væl, hóast tey umboða hvør síni feløg og tey hava dugað væl at stuttleika sær saman. Ein svimjari hjá Ægir var tó óheppin og breyt beini, á einum túri í hoppiland. SuSvim flugu yvir fríggjamorgin 26. januar og náddu at luttaka til fyrsta umfar. Tey búgva á hotel Grant. Tað hevur gingið væl higartil. Nógvar persónliga bestu tíðir, junior-medaljur umframt bæði A og B finalupláss. Eisini eru tríggjar nálatíðir komnar.
Tá hetta verður skrivað, er næsta umfar liðugt svomið, og svimjararnir gera seg kláran til triðja umfar, sum er finalur. Í morgin, sunnudagin, er fyrst eitt innleiðandi umfar og seinnapartin eru aftur finalur.
Øll flúgva heimaftur saman við Atlantic mánadagin á middegi.
Vit kláraðu at fáa myndir fyrst av øllum svimjarunum, og síðani av teimum saman við fjepparunum.
Úrslit v.m. síggjast her: Swimrankings
Heilsan
Fuglafjarðar Svimjifelag, Havnar Svimjifelag, SuSvim, Ægir