Føroyingar vóru 10 ferðir í einstaklingafinalu í dag, og vórðu úrslitini hesi:
Høgni Simonsen (SuSvim) 23.47 í 50 frí (#8)
Signhild Joensen (Ægir) 2:19.46 í 200 rygg (#4)
Maria Antoft (HS) 2:24.75 í 200 rygg (#8)
Ásbjørg Hjelm (Ægir) 2:44.07 í 200 bringu (#8)
Róland Toftum (SuSvim) 2:29.03 í 200 bringu (#7)
Victoria Wigant Eysturdal (Ægir) 4:29.09 í 400 frí (#6)
Emma Festirstein Nyström (HS) 4:31.30 í 400 frí (#7)
Marius Ihlen Gardshodn (HS) 4:06.99 í 400 frí (#6)
Alvi Hjelm (Ægir) 3:55.66 í 400 frí (#3)
Jana Thomsen (Reysti) kolldømd í 200 firvald (#7)
Juniorgenturnar Signhild Joensen, Ásbjørg Hjelm, Lív E. Eidesgaard og Barbara Debes royndu seg í 4x100 blandað, og megnaðu har at seta nýtt føroyskt juniormet fyri landslið. At enda luttók eitt felagslið av 4 gentum og 4 dreingjum í 8x50 frí, har tey megnaðu at svimja teinin uppa 3:23.92.
Samanumtikið ein sera góð kapping, har allir svimjarnir forbetraði sínar tíðir, fleiri met og trý heiðurstekin.
Kelda: svimjing.com
SáH