![Picture](/uploads/3/6/6/4/3664226/published/k-heini-vatnsdal25052022-1.jpg?1653535560)
Heini hevur, saman við Odmari, myndað KÍ miðverjuna seinastu árini og er avgerðandi fyri sterka verjuspæli, sum KÍ vísir á vøllinum.
30 ára gamli landsliðsleikarin hevur 51 dystir og 6 mál á baki í kongabláa búnanum.
Sáttmálin er galdandi til og við 2024.
Vit ynskja Heina framhaldandi bestu eydnu í KÍ.
KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag