Heðin tekur sítt triðja kappingarár á Skála, og vit kenna hann sum tann ágrítna stríðsmannin á miðvøllinum, ið rennir sólina svarta. Heðin spældi í 2019 í alt 30 dystir og skoraði 4 mál.
Jóhan er 21 ár, og hevur higartil einans spælt við KÍ. Undanfarna kappingarár var Jóhan fastur fúsur serliga í 1.deild og onkrum U21 dysti. Jóhan er ein spennandi spælari, sum bæði kann gera mun í tí defensiva partinum, men dugir eisini at skjóta mál.
Vit fegnast um at Heðin heldur áfram á Skála, og bjóða Jóhan vælkomnum undir Mýruhjalla!
Kelda: Skála IF