Tað var ein keðiligur fyrsti hálvleikur, men beint fyri hálvleik, legði Páll Klettskarð KÍ á odda eftir eitt innlegg frá Jóannes Bjartalíð.
Í 67 min. gjørdi Sørmund Kalsø brotsspark og Jógvan Skeel Nolsøe javnaði trygt.
KÍ setti nú øll segl fyri at vinna dystin og í 77 min. plaseraði Heðin Klakkstein bóltin í málið hjá AB til 2-1 og var tað ein sonn perla. Hetta gjørdist eisini sigursmálið og rómur var á øllum áskoðarnum. Her síggja tit málið hjá Heðini. Flott KÍ.