
Løgmaður verður millum fjeppararnar í Berlin, og gleðir seg at stuðla landsliðnum.
Eg ynski tykkum góða eydnu! Tit skulu vita, at vit øll longu eru so ómetaliga stolt av tykkara stóra bragdi at verða komin til EM-endaspælið. Takk fyri, at tit eru við til at savna føroyingar.
Aksel V. Johannesen, løgmaður
Løgmansskrivstovan ynskir somuleiðis EM-monnunum bestu eydnu.
Koyr á Føroyar!
Løgmansskrivstovan