Í liðkappingini, sum er í døgunum 5. – 10. november, eru Føroyar í bólki saman við India, Algeria, Sri Lanka og Kenja. Í liðkappingini verður spælt soleiðis ímóti hvørjum landi:
1 dystur í einmansleiki hjá monnum
1 dystur í einmansleiki hjá kvinnum
1 dystur í tvímansleiki hjá monnum
1 dystur í tvímansleiki hjá kvinnum
1 dystur í blandaðum tvímansleiki
Tað eru tilsamans 41 lond meldaði til liðkappingina.
Í einstaklingakappingini, sum verður í døgunum 11.-18. november, luttaka Føroyar í einmansleiki hjá monnum, einmansleiki hjá kvinnum, tvímansleiki hjá monnum og kvinnum og blandaðum tvímansleiki.
Leikarar úr 48 ymiskum londum luttaka í einstaklingakappingini.
Tey, sum umboða Føroyar eru:
Alma Kentsdóttir Mohr Pedersen, Lyngby/HBF
Sissal Thomsen, HBF
Lena Maria Joensen, KBF
Árant á Mýrini, MBF
Jónas Djurhuus, HBF
Ari Miné Jacobsen, KBF
Føroyski landsliðsvenjarin Aritra Nandy er við á túrinum, og formaðurin í BSF er ferðaleiðari.
“Frammanfyri liggur aftur ein stór og spennandi avbjóðing fyri badminton í Føroyum, nú okkara U19-leikarar skulu luttaka í bæði lið- og einstaklingakappingini. Tey skulu spæla nógvar dystir og fara at fáa mótstøðu á einum støði, sum veruliga kann vera við til at menna tey”, sigur formaðurin í BSF, Erik Engelbrecht Thomsen.
Ferðalagið kom til Toronto sunnukvøldið, og skulu tey longu í eldin seinnapartin mánadagin kl. 15.30 lokala tíð ímóti Sri Lanka.