Kvinnurnar dartaðust eisini ígjár og hetta var fyrstu ferð nakrantíð, at tær hava luttikið í Klaksvíkarmeistaraheitinum í Dart. Kappingin hjá kvinnum var sera jøvn og vunnu allar ímóti hvørjaði aðari, men tað samanum kom, endaðu Durita Joensen og Liljan Jacobsen í finaluni, ið gjørdist rættiliga spennandi. Durita vann harða dystin 3-2 og gjørdist sostatt meistari í Dart í Klaksvík. Nr. 3 blivu Terja Ósa og Hanna Nielsen. Durita Joensen fekk eisini fægst pílar (31) og hægsta útgangin fekk hin finalisturin Liljan Jacobsen (42)
Í kappingini í tvímansleiki vunnu Fróði Baldvinsson og Kristian Joensen allar dystirnar og eisini kappingina, í finaluni vunnu teir 4-2 á Torbirni Hjelm og Anker Hansen. Nr 3 gjørdust Bogi Isaksen – Kjartan á Stongunum og Allan Larsen – Ólavur Jacobsen. Hægsta útgangin áttu Torbjørn og Anker við 62, meðan Fróði og Kristian høvdu fægst pílar við 22.
Frá Klaksvíkar Dartfelag frættist at nógv fólk datt inn á gólvið og vóru tey stak væl nøgd við kappingina. Nú hølini eru opnaði, verður byrja regluliga at venja. Venjingartíðirnar eru Týskvøld og Hóskvøld frá kl 19
Kelda: Klaksvíkar Dartfelag
SáH