Hann hevði hoyrt um stóra brakið, sum skuldi vera í Gundadali ímillum B36 – KÍ leygardagin. Gjørdi ikki mætari at hann keytpi sær bilett við flogfari frá Brasil og til Føroyar seinasta mánadag og bað um logi hjá familjuni Palla Ziskason.
Breno Resende búi í Klaksvík fyri 5-6 árum síðani, tá var hann útveksilnæmingur hjá Rotary og búi hjá ymsum familjum í Klaksvík.
Hann dámdi sera væl í Klaksvík og tá ið Rotary hevði fund seinasta týsdag, var hann sjálvandi boðin við og har fortaldi hann okkum, at árið, har hann búi í Klaksvík, var hansara allerbesta ár og lærdi honum sera nógv.
Takk fyri stuðulin Breno Resende, tú hevur sjálvandi gjørt títt til at KÍ bleiv Føroyameistari 2019.
SáH