Frá at vera í kolkjallarnum, aftanfyri 3-0 og onki hekk saman, so vendu teir dystinum tá umleið 70 min. vóru leiktir og stríddi seg til 3-2 og nú sær alt nógv betri út, tá ið teir í næstu viku møta Ballkani á Tórsvølli.
KÍ byrjaði sera gott og setti trýst á Ballkani í umleið 10. min., men so stoppaði alt upp, man kendu slett ikki KÍ aftur, tonkist sum at teir bara stóðu og hugdi fótbólt.
Onki bar til, misti bóltarnar í uppspælinum, funnið ikki hvønn annan og lótu allar bóltarnar til Ballkani spælarnar og tá ið slíkt hendur, so verður man straffaður hart í altjóða fótbólti.
Tað hendi eisini í Kosovu í gjár, Nazmi Gripshi legði Ballkani á odda við einum góðum málið, stútaði bóltin í høgra horn og so bleiv 2-0 beint fyri hálvleik, Meriton Korencia skoraði og longu í 49 min. bleiv 3-0 og allar vónir tóktist at vera úti hjá KÍ, alt sá sera svart út og ein var bangin fyri at Ballkani fóru at skora enn fleiri mál, men so vaknaði okkara spælarar við kaldan dreym.
Í 69 min. fekk KÍ fríspark í vinstru síðu, Jóannes Bjartalíð legði ein góðan bólt innfyri og har stóð málkongurin Páll Klettskarð og prikaði bóltin í málið til 3-1.
Endiliga bleiv allerbesti spælarin hjá KÍ Árni Frederisberg skiftir inn og hann takkaði fyri álitið og hevði hann eisini ein fót í málinum til 3-2 í 88. min. Fríspark í høgru síðu, har hann legði ein góðan bólt innfyri til Jákup B. Andreasen og hann legði bóltin innfyri og við aftaru stong stóð Páll Klettskarð púra fríur og enn einaferð prikaði bóltin í málið til endaliga úrslitið 3-2 og nú sær alt nógv betri út, sjá øll málini herundir.
Fantastiska flott Come Back og hevur ein góðar vónir til komandi dyst.
Dagsins leikari gjørdist Páll Klettskarð.
Væntandi fara nógvir KÍ fjepparar til Tórshavn og vinna vit 2-0, so eru vit víðari, dysturin verður leiktir á Tórsvølli.
Koyr á KÍ.
SáH