Signhild Joensen gjørdist klárt besti svimjarin á FM 2017, har hon slóð trý føroyskt met.Tey vóru í 100 metur rygg, 200 metur rygg og so svam hon eisini í liðkappingini 4x100 metur frí, har kvinnurnar hjá Ægir slóðu føroyskt met. Eisini vann hon hópin av junior metum, so samanumtikið eitt fantastisk FM fyri Signhild. Stórt tillukku frá okkum øllum í Klaksvík.
Spennandi at fylgja Signhild Joensen, næsta stóra kappingin verður Danish Open nú vikuskiftið.
SáH