Hvussu úttikið er, veit eg ikki, men er tað besti tíðir í árinum, so átti Marius Ihlen úr Havnar Svimjifelag og møguliga Álvi Hjem úr Svømmeklubben Hovedstaden í Keypmannahavn (Ægir), at verið úttiknir og møguliga Vár Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag eisini?, men frættist, at Marius Ihlen svimur sama greinar sum Óli Mortensen og tí slapp hann ikki við til HM á hesum sinni, men tað kann ikki vera rætt, tí Óli Mortensen og Pál Joensen umboðaði Føroyar síðst og teir svimja eisini somu svimjigreinar.
Eg skrivaði um úttøkuna til HM 2016 í Kanada, har yviskriftin var løgin úttøka og nú má eg eisini skriva somu yvirskrift "løgin úttøka". Haldi tað hevði verið uppá pláss, at SSF áðrenn kappingin byrjar sigur okkum, hvat krevst at koma við til ymsu altjóða kappingarnar og hvat krevst at sleppa við, um man ikki klárar kravtíðirnar. Skal man kenna formannin ella hvussu verður úttikið til tey sum ikki klára kravtíðirnar?
Vit hava so tveir svimjarar í Føroyum, sum hava lagt alt tíl síðist og farnir til Danmarkar at svimja burturav og teir eru Óli Mortensen og Álvi Hjelm. Tað hevur gingið avbera væl hjá Óla og hjá Álvi hevur ikki gingið eftir vind, men er hann væl á veg at koma uppaftur. Hansara størsta ynski var at koma til HM í Budapest, men kláraði ikki kravtíðirnar og tískil má hann sita heima. Kanska skuldi tað verið hann, sum fekk eitt "Wild Card", nú hann satsaði alt fyri at koma við, men fekk ein minni skaða til FM í langgeil og tískil mátti hann gevast suðuri í Vági, Hann er longu komin uppá hestin aftur og venur við fullari megi í Keypmannahavn. Teir báðir Óli Mortensen og Alvi Hjelm fara nú í komandi viku at royna seg á Mare Nostrum 2017, fyrst í Barcelona hin 13. og 14. juni og síðani í Canet hin 17. og 18. juni. Eisini skal Álvi Hjelm umboða Føroyar á Oyggjaleikunum á Gotlandi síðst í juni. Hann er góðir nokk til Oyggjaleikirnar, men ikki til HM smb. SSF og tað er jú formaður í SSF sum bestemmar.
Hetta skrivaði formaðurin Rókur til mín tann 26. november 2016:
"Vit í Svimjisambandinum kunnu ikki annað enn royna at gera eina so fræga kravtíðarskipan sum gjørligt, út í frá teimum førleikum sum vit hava og teimum afturmeldingum sum vit fáa, og so annars at halda okkum til tekstin. Eg tori ikki at hugsa um hvussu skilið hevði verið, um vit fyrst høvdu ásett eitt kravtíðarskeið, fyri síðani nú at hava tikið út sum um at stevnan í Havn var úttøkustevnan".
Her linkt til alt aftursvarið: "Aftursvar til grein á Norðoya Portalinum"
Hetta skrivar SSF á heimasíðuni hjá teimum ídag:
Eyka úttøka til HM 2017 í Budapest
Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at taka út fylgjandi svimjarar eyka til HM í Budapest 2017:
Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
Róland Toftum (1998), Suðuroyar Svimjifelag
Hesi koma afturat teimum báðum longu úttiknu til HM 2017:
Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag
Signhild Joensen (2000), Ægir
Ferðaleiðari verður Anita Ryggshamar Nysted, og venjarar Øyvind Røsland og Juan Jaime Arroyo Toledo
SáH