Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar afturat til Evropameistarastevnuna á stuttgeil 2017, sum verður í Royal Arena í Keypmannahavn hin 13. til 17. desember 2017.
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelagog Alvi Hjelm (1996), Ægir.
Harvið er føroyska svimjilandsliðið til EM á stuttgeil 2017
Signhild Joensen (2000), Ægir
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag
Alvi Hjelm (1996), Ægir
Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag
Starvsnevndin viðger nú møguliga eyka úttøku til NM/NJM 2017, og verður tann avgerð kunngjørd sum skjótast, saman við nøvnum á leiðarum og venjarum til hesar báðar stevnur.
Nú er at vóna at SSF ikki bara tekur tilvildarligar venjarar við til hesu stóru kappingarnar, men tekur teir bestu venjarnar í Føroyum og sum hava flest svimjarar við, tí tað hevur týdning, at svimjarnir vera vegleiddir rætt.
Kelda: www.svimjing.com
SáH