Úrslitið kundi verið væl betur, Pál Joensen fekk besta úrslitið og tað var nummar seks í 1500 metur frí, men tíðin var langt frá sínari bestu tíð.
Alvi Hjelm svam niður ímóti sínum bestu tíðum, men hann var darvaður at skaða í lyskuni.
Astrid Foldarskarð svam fleiri kappingar, men hon forbetraði heldur ikki sínar tíðir, so samanumtikið kundi úrslitini vera væl betur.
Næsta stóra kappingin verður NJM og NM í Norra komandi vikuskiftið. Vit koma sterk aftur.
SáH