Televarpið og Føroya Tele skipa fyri, at dysturin millum Andorra og Føroyar verður vístur á stórskíggja við trappuna.
Upphiting byrjar kl. 16.15, tá Jens Marni Hansen fer at spæla, og eisini verður høvi at málað andlitið í landsliðslitum.
Atlantic Airways bjóðar eisini okkurt gott føroyskt at drekka frá Okkara og Føroya Bjór í samband við dystin.
JáH (y) 25.03.2017
Kelda: Tórshavnar Kommuna