Tað hevur gingið avbera væl hjá føroyingunum og væntandi fara fleiri at svimja seg í finalurnar íkvøld.
Signhild Joensen skal svimja 50 metur rygg í næstu kapping og Rókur Trygvason skal svimja 100 metur bringu í kapping fimm.
Eisini verður spennandi hjá hinum føroyingunum og har liggur Óli Mortensen best fyri, har hann hevur besti tíð í 1500 metur frí.
Tit síggja kappingina beinleiðis her. Klikk her: "Danish Open 2017".
Klikk á mynd herundir og síðan á startliste ella programliste, so síggja tit nær svimjarnir svimja.
Góða eydnu øll somul.
SáH