Sum eina stuttliga viðmerking fortaldi borgarstjórin hópinum, at hann faktiskt var fyrsti klaksvíkingur á hondbóltsliðnum í 1975.
Dystirnir tá vórðu leiktir í Glasgov. Fyrsti dysturin var ímóti Bretlandi, har Føroyar vunnu 21-3 og seinni dysturin var ímóti Skotlandi, og hann vunnu teir 39-14. Hóast tað gekk væl tá, so ásannaði borgarstjórin, at støðið er munandi hækka síðan tá og als ikki kann samanberast við støðið í dag😉
Klaksvíkar kommuna ynskir hondbóltslandsliðnum góða eydnu 🤩
Klaksvíkar Kommuna