Tað vóru teir báðir, Martin formaðurin í Bláa Bylgju og dagligu leiðarin í Maverick og Grilluni hjá Símun, Símun á Høvdanum, sum skrivaði undir avtaluna.
Avtalan er sera góð fyri fjepparnir hjá KÍ. Til landskappingar dyst og dyst í steypakappingini fáa gjaldandi limir hjá Bláu Bylgjuni góð tilboð frá Maverick, við at vísa limakort fram, frá tveimum tímum áðrenn dystar byrjan og fram til ein tíma eftir, at dysturin er liðugur.
Sjálv avtalan er óbroytt í mun til avtaluna í 2015.
Nú er at vóna at KÍ ferð at klára seg væl, okkara partur, Maverick Barr, Grillin hjá Símun og Bláa Bylgjan skal ikki liggja eftir. Vit skulu gera akkara allerbesta, at stuðla okkara monnum og kvinnum.