
Friggjakvøldið 4. oktober fara kúlurnar á rull aftur innan føroyska billardið, tá ársins útgáva av Haldor Holm Cup kappingini verður skotin í gongd. Kappingin verður sum altíð spæld í Klaksvík, og spælt verður Fríggjakvøld og nakað út á Leygardagin.
Árliga kappingin er nakað heilt serligt, tá hetta er 30. árið at kappast verður um Haldor Holm steypið.
Kappingin er skipað soleiðis, at teir fimm leikarinir við hægst miðaltalið frá farna kappingarárið, kvalifisera seg til kappingina. Har eftir verður spælt allir móti øllum. Vinnarin, er tann ið hevur hægst miðantal eftir at hava spælt allar sínar fýra dystir.
Teir ið hava vunnið hesa kappingina flestar ferðir, eru Kristian Suni Høgnesen, og Henrik Pedersen, báðir við sjey sigrum.
Seinastu trý árini, hevur Jákup Baldvinsson vunnið kappingina. Og sigast má, at hann aftur er ein lítil favorittur í ár, eftir at hann eisini var við til at vinna Føroyameistariheitið fyri lið farna kappingarár. Hetta fyri Billardfelag Fuglafjørð.
Hinir leikararnir ið eru við í ársins kapping eru, Jens Kjartan Feilberg og Dánial Pauli Joensen úr Billardfelag Fuglafjørð. Kristian Suni Høgnesen og Hallur Joensen úr Klaksvíkar Billardfelag.
Liðkappingin byrjar eisini í næstum. Leygardagin 12. oktober byrjar kappingin fyri 2. deild og 3. deild. Meðan 1. deild byrjar leygardagin 19. oktober.