Tað eru nógv fólk, sum vilja at lata seg kanna fyri koronu, nú smittan aftur er farin at gera um seg í Føroyum.
Tí hevur Sjúkrahúsverkið víðkað upplatingartíðirnar fyri koronukanningum á øllum trimum kanningarstøðum í dag.
Kannað verður hesar tíðir í dag, annan hvítusunnudag:
Klaksvík 8.00 – 12.15
Tórshavn 17.00 - 19.30
Trongisvági 8.00 – 10.00 & 13.00 - 14.00
Heilsumálaráðið