
Kappingin var ímillum Signhild Joensen og Janu Thomsen úr Ægir. Tær góðu seg fult út, har tær skiftist um at vera nummar eitt og tá ið avtornaði var bert 0,02 sekund ímillum tær báðar, har Signhild Joensen gjørdist sigursharrin.
Nummar trý gjørdist Barbara Debes, eisini úr Ægir, bert 0,19 sekund frammanfyri Lív Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag.
Stuttligt at síggja eina so spennandi 200 metur frí og sjálvandi gjørdist tað enn stuttligari, at Ægir var á øllum teimum fremsti plássinum, tað gjørdi tað ikki verri :)
Stórt tillukku Ægir, nummar 1, 2 og 3. Gott arbeiði av okkara góða venjara J. Jamie Arro.
SáH