Besti kvinnuligi svimjarin hjá Ægir Cecilia Wigant Eysturdal, Marknaðarleiðari á Bakkarafrost Árni Olsen og formaðurin í Ægir Símun á Høvdanum, vóru á lítlari samkomu á Bakkafrost, har Árni Olsen vegna Bakkafrost og Símun á Høvdanum fyri Ægir skrivaði undir sáttmálan.
Formaðurin í Ægir var sera glaður fyri sáttmálan og vónar, at samstarvið fer at vara í mong ár.
Bæði feløgini hava við vatn at gera og uppgávan hjá Ægir er, at læra okkara ungdóm at svimja og at kappast á høgum støðið við hinu feløgini í Føroyum.
Nú Ægir er 40 ár og heldur rimmar veitslu fríggjakvøldið, so bjóðaði Bakkafrost eisini Ægir laks til veitsluna.