KÍ er sostatt komi víðari til næsta umfar í Champions League og skulu møta Young Boys í Schweiz. Tann dysturin skal væntandi spælast nú mikukvøldið tann 26. august klokkan 18:00 lokala tíð.
Hvar tann dysturin verður leiktir er ikki avgjørt enn, møguliga skal hann spælast á einum uttanveltaðum vølli, tí Føroyar er sett á reyða listan hjá Schweiz.
Hetta gjørdist ein sera løgin dystir og bert 5. min. fyri dystarbyrjan, hoyrdist í hátalarnum, har Kristian Joensen fortaldi okkum øllum, at dysturin ikki bleiv spældur og at UEFA skuldi avgera, hvat víðari fór at henda og hvør vann dystin.
Tað hava teir so gjørt í nátt, har teir á heimasíðuni hjá teimum hava avgjørt at KÍ vann dystin 3-0.
12. spælarin hjá KÍ var Korona, sera spell fyri fótbóltin, men tað var ov vandamikið at leika ein Chapions League dyst á Djúpumýru, har fólk á mótstøðuliðnum Slovan Bratislava hava Korona og allir spælarar, hjálparfólk og venjarar vóru sett í sóttarhald.
Stórt tillukku KÍ og nú síggja vit fram til dystin ímóti Young Boys frá Schweiz mikukvøldið, vónandi uttan Korona.
Her myndir og filmsklipp tikin av Sólarn Isaksen og Símun á Høvdanum í gjár, tann minniliga dagin 21. august, sama dag har Pól F. frá TB bleiv 53 ár.
SáH
|
|