Fyrri hálvleikur var sum so ofta fyrr, KÍ spældi ping pong har afturi og spældi ímillum sín og aftur til aftasta mann ella málmannin. Við dundrandi undanvindi fór KÍ at spæla á sínari egnu hálvu og bert eitt langskot bleiv skotið á Suðuroyarmálið.
Í seinna hálvleiki byrjaði so KÍ at spæla fótbólt frameftir, men tá var veðrið versna og tað var illa spælandi. Suðuroyarliðið fekk brotsspark, men teir misbrúktið stóra møguleikan.
Adu og Jóannes høvdu góðar møguleikar at leggja KÍ framum, men málmaðurin hjá Suðuroyarliðnum bjargaði skotinum hjá Adu og skotið hjá Jóannes Bjartalíð fór uppum.
Tískil endaði keðiligi dysturin við Stórá 0-0 og eitt stig í part. KÍ skal bara blíva við at spæla har afturi og aftureftir, so gevur tað javnleik. Hví teir ikki spæla frameftir er mær ein gáta, teir spældi frameftir í EB/Streym dystinum og sum kunngt vunnu vit 6-0.
Hetta var so hetta kappingarárið, vit blíva nummar trý ella fýra og koma aftur út í Europa og tað er gott.
Til endast við eg ynskja Suðuroyarliðnum tillukku við at teir hava klára at varðveita plássið í Effodeildini til kappingarárið 2018.
SáH