Hartil kvalifiseraði hann seg til Norðurlendsku Meistarastevnuna í Reykjavík hin 1. til 3. desember 2017, við góðum tíðum í 400 frí umframt 200 og 400 blandað.
Einstaklingaúrslit hjá Alva í Greve
200 blandað 2:05.64 og nr 4 (NM-kravtíð 2:08.23)
400 frí 3:57.76 og gull (NM-kravtíð 4:06.57)
400 blandað 4:25.55 og gull (NM-kravtíð 4:33.81)
100 blandað 59.86 og bronsu (NM-kravtíð 59.14)
Magnus Jákupsson royndi seg eisini á hesi stevnu, og vann har gull í 50 og 100 rygg, 50 firvald og 100 blandað. Tíðirnar hjá honum eru tó ikki viðkomandi fyri føroysku landsliðini, við tað at hann hevur danskan svimjitjóðskap.
Óli Mortensen er sum skilst á hæddarlegu, og luttók tí ikki á stevnuni í Greve.
Stórt tillukku Alvi Hjelm, sera flott klára.
Kelda: www.svimjing.com
SáH