Alvi Hjelm royndi seg í morgun í 200 metra blandaðari svimjing, tá ið hendan grein varð svomin á Heimseistarastevnuni 2015 í Kazan í Russlandi.
Og tað gekk bara heilt gott - Alvi megnaði at betra nógv um sítt persónliga met, við at svimja 2:08.98 nú, í mun til hansara til nú bestu tíð á 2:10.81 frá Danish Open í mars mánaða.
Magnus Jákupsson eigur enn føroyska metið á 2:06.92, frá donsku meistarastevnuni á langgeil í 2012. Men Alvi hevur tikið eitt stórt stig tann vegin, og er nú næstskjótasti føroyingur nakrantíð í greinini.
Føroyski styrkilistin áðrenn Heimsmeistaraskapin í Kazan sæst her: ella klikk á myndina omanfyri: "Føroyski swimrankings í 200 blandað"
Kelda: www.svimjing.com
SáH